Háskúlin á Tingborð

Háskúlin á Tingborð
Løgtingskvinnan, Gunvør Balle, vil hava játtanina til Háskúlan dagførda, og hevur tí fyrispurningar til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
Játtanin til Háskúlan skal dagførast
Mynd: Annfinnur Heinesen  
 
02.11.2014 - 10:16

Tað er ikki á hvørjum degi, verri enn so eisini, at hann er til viðgerðar í løgtinginum, Føroya fólkaháskúli, men nú hevur Gunvør Balle, løgtingskvinna, sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, fyrispurning um Háskúlan.

Tingkvinnan spyr, hvørja árliga játtan Háskúlin hevur fingið seinastu 30 árini, hvør játtanin hevði verið í dag, um hon var prístalsviðgjørd á hvørjum ári síðani 1985, og um landsstýrismaðurin hevur nakra ætlan um um at gera ábøtur á bygningarnar hjá Háskúlanum.

Føroya Fólkaháskúli er sjálvsognarstovnur, knýttur at Mentamálaráðnum við lóg og játtan. 

Gunvør Balle sigur, at Háskúlin hevur tíverri ikki fingið nógv uppmerksemi frá politiska myndugleikanum í nógv ár, og umstøðurnar eru tí hareftir. 

Játtanin hevur verið tann sama í mong harrans ár, so at siga ongar ábøtur eru gjørdar, og bygningarnir eru tí sera niðurslitnir, ótíðarhóskandi og dýrir at reka, sigur Gunvør Balle. 

Hølisumstøðurnar og lítla rakstrarjáttanin gera tað tvørligt framhaldandi at endurnýggja og menna skúlan og víðka um skeiðstilboðini, sigur Gunvør Balle í sínum fyrispurningi til Bjørn Kalsø.
Landsstýrið ætlar at játta Háskúlanum tvær milliónir og 325.000 kr. næsta ár, 25.000 kr. meira enn í ár.
Og í dag verður 115-ára hátíðarhald á Háskúlanum, tí 115 ár eru liðin, síðani fyrsta háskúlaskeiðið byrjaði. 
Tað var 1.nov 1899 á Stongunum í Klaksvík.
Hátíðarhaldið hjá Føroya Fólkaháskúla er kl.16.00 í dag, á skránni eru røður, felagssangur, framførslur og føroyskur dansur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949