ST ávarar. Minka CO2 útlátið alt fyri eitt

ST ávarar. Minka CO2 útlátið alt fyri eitt
Ongantíð hava ávaringarnar hjá granskarunum í veðurlagsbólkinum hjá ST verið so avgjørdar sum í frágreiðingini, sum varð løgd fram í Keypmannahavn
Veðurlagsbólkurin hjá ST hevur fund í Keypmannahavn
Mynd: Savnsmynd  
 
02.11.2014 - 14:17

Ávaringin er tó tann sama sum undanfarin ár, men hon hevur ongantíð verið so hvøss sum nú, og vísindaligu niðurstøðurnar hava heldur ikki verið so avgjørdar sum nú. 
Útlitini er alt enn góð: havið hækkar, hitin hækkar, tað verður turrari og eisini meira avfall og vatnflóð, vantandi drekkivatn og minni hveiti, meis og rís vera í framtíðini.
Nýggja frágreiðingin "Climate Change 2014", er ein samandráttur, 40 síður, ætlaður politikarum og øðrum, sum taka avgerðirnar. 
Frágreiðingin er fyrst og fremst ætlað ríkisleiðarum og stjórnarleiðarum, sum í desember næsta ár skulu gera altjóða veðurlagsavtalu í París.
Vit kunnu minka veðurlagsbroytingarnar, verður sagt. Nógvar loysnir eru, einasta, sum okkum vantar, er viljin at broyta, sigur formaðurin í IPCC, veðurlagstoyminum hjá ST, Rajendra Pachauri.
Í ringasta føri verður hitin 4,8 stig hægri og havið hækkar millum 26 og 82 sentimetrar fyri árið 2100.
Skulu vit sleppa undan vanlukkunum, sum hótta, er neyðugt at minka útlátið 40-70 prosent frá 2010 til 2050 og einki CO2 útlát skal vera árið 2100.
Loysnin er millum annað varandi orkukeldur, men neyðugt er eisini at finna tøkniligar loysnir, so vakstrarhúsgass kunnu goymast í jørðini.    
Ein loysn er CO2 kvotur ella CO2 skattur.
Almennur stuðul til kol, olju og gass skal halda uppat ella minka.  
Sambært IPCC ber til at forða fyri veðurlagsbroytinginum við at brúka 0,06 prosent av vøkstrinum í nýtsluni, sum væntandi veksur 1,6 til 3 prosent um árið í hesari øldini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985