Páll spyr umdialýsuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Páll spyr umdialýsuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Enn einaferð verður spurningurin um dialýsuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi reistur í løgtinginum.
Páll á Reynatúgvu spyr um dialýsuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Mynd: Savnsmynd  
 
05.11.2014 - 09:43

Páll á Reynatúgvu, løgtingmaður, hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi til Karsten Hansen, landsstýrismann. Hann spyr, um landssatýrismaðurin hevur tikið stig til at skipa fyri dialýsuviðgerð á fleiri sjúkrahúsum í landinum, og um útgerð er keypt til Klaksvíkar sjúkrahús.

Hann spyr, hvør hevur virkað hevur verið fakligur tilmælandi myndugleiki, og hvør hevur læknafakligu ábygdina av dialýsuviðgerðini á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Páll á Reynatúgvu sigur, at við væl útjørda ferðslukervinum er lítið, sum talar fyri at hava eitt dialysutilboð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, nú Eysturoyartunnilin verður veruleiki um fá ár.

Tingið fer í dag at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985