Ikki ein króna til rentur, skatt og avskrivingar

Ikki ein króna til rentur, skatt og avskrivingar
Lemmatrolararnir fiskaðu meira, men fingu minni fyri fiskin í fjør
Steintór er ein av teimum átta lemmatrolarunum í føroyska fiskiflotanum.
 
06.11.2014 - 07:21

Lemmatrolararnir fiskaðu meira í fjør enn í 2012. Men teir fingu nógv minni fyri fiskin í fjør. 

Í fimm ár á rað hava teir átta lemmatrolararnir í miðal havt undirskot.

Grannskoðanarvirkið Numo hevur gjørt eina greining um úrslitið hjá lemmatrolarunum seinastu fimm árini.

Einki til rentur

Í fjør var bruttoúrslitið negativt, og tí var einki gjaldføri frá rakstrinum til at rinda rentur, skatt og avskrivingar við. 

Frá 1996 til 2013 er veðskuld umframt bankaskuld í skipunum meira enn tvífaldað, men úrslitið fyri skatt, rentur og avskrivingar er minkað niður í einki. 

Bjarni Arnason, grannskoðari, sum gjørdi greiningina, sigur, at nakrir lemmatrolarar hava positivt gjaldføri frá rakstrinum. Men sum heild er støðan hjá lemmatrolarunum stak vánalig.

Meiri fiskur, minni pengar 

Teir átta lemmatrolararnir fiskaðu í miðal knappliga 2.200 tons í fjør, 400 tons meira enn í 2012. 

Men teir seldu fyri góðar 13,4 mió. kr. hvør í miðal í fjør, 1,3 milliónir krónur minni enn í 2012.

Úrslitið var í miðal 1,7 millónir krónur í halli hjá lemmatrolarunum í fjør. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846