Fyritíðarpensjónir endurskoðast

Fyritíðarpensjónir endurskoðast
Landsstýrið ætlar at endurskoða og nýskipa fyritíðarpensjónsskipanina
 
08.11.2014 - 10:20

Ætlanin er at nýskipa fyritíðarpensjónina, har m.a. viðurskiftini hjá teimum, sum hava havt eitt langt og hart arbeiðslív, og sum eru niðurslitin, eisini verða viðgjørd.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í einum svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Hon spurdi um møguleikan fyri eini serligari pensjón til sjómenn, sum hava verið til skips, síðani teir vóru ungir, og nú eru útslitnir.

Annika Olsen sigur, at skulu tey, sum hava arbeitt í fiski á sjógvi og landi, fáa serlig pensjónsrættindi, eigur at verða umhugsað, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru eisini við til fíggja hana.

Fyirtíðarpensjónsskipanin loftar sum er teimum, ið hava so mikið skerdan arbeiðsførleika, at tey ikki kunnu arbeiða. 

Skipanin um arbeiðsfremjandi tiltøk fyribyrgir, at fólk, sum eru í vanda fyri at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, verða stuðlað at varðveita hetta tilknýtið. 

Men tá tað ræður um niðurslitnar sjómenn, er sera avmarkað við útbúgving og umskúling, sigur Annika Olsen.

Í Íslandi er ein serstøk sjómannapensjón, sum gevur sjófólki fulla pensjón eftir 60 ára aldur, eftir nærri ásettum reglum. Bert trý prosent av arbeiðsmegini kunnu fáa rættindi sambært hesi skipan.

Annika Olsen sigur, at skulu vit veita fólki í einum ávísum yrkisbólki serstaka pensjón, er vandi fyri, at tey fara av arbeiðsmarknaðinum, hóast tey framvegis hava arbeiðsførleika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985