Vestmenningar raskastir haruveiðimenn 2014

Vestmenningar raskastir haruveiðimenn 2014
Flestar harurnar eru skotnar í Útihaganum á Bjørgum í Vestmanna. Teir hava fingið 162 harur á 8 túrum
5.638 harur skrásettar at verða skotnar Í Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
22.12.2014 - 09:53

Nú eru 5.638 harur skrásettar at verða skotnar Í Føroyum, á 554 túrum. Hetta eru 398 haru fleiri enn somu tíð í fjør, tá 5.240 harur vóru skotnar á 565 túrum.

Leygardagin 20. desember royndist væl hjá haruveiðimonnunum. Tá vóru 456 harur skotnar á 42 túrum.

Best lá fyri í Árnafirði, har ein einsamallur maður, Jákup Hansen, skeyt 38 harur á einum túri. 30 vórðu skotnar í Ognarhaganum og 8 í grannahaganum “Bergið”. Hetta man vera føroyskt met. 38 harur viga umleið 120 kg. Jákup mátti  tí ganga fleiri ferðir, fyri at fáa fongin heim til húsa. Eisini kom ein bátur fram við, sum tók nakrar av harunum. - lurtið: einsamallur maður fekk 38 harur

Tað eru framvegis vestmenningar, sum eru teiri raskastu. Flestar harurnar eru skotnar í Útihaganum á Bjørgum í Vestmanna. Teir hava fingið 162 harur á 8 túrum. Teimum á baki er ein annar hagi úr Vestmanna: Dalhagi, Eystaripartur. Teir hava skotið 139 harur á 3 túrum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444