Edward Fuglø fekk listavirðisløn Nólsoyar Páls

Edward Fuglø fekk listavirðisløn Nólsoyar Páls
Heiðurin varð latin listamanninum á nýggjárshaldi í Klaksvík í gjárkvøldið og við fylgja 75.000 krónur.
Edward Fuglø
Mynd: Savnsmynd  
 
01.01.2015 - 09:22

Listamaðurin Edward Fuglø fekk handaða Listavirðisløn Nólsoyar Páls í Klaksvík í gjárkvøldið.

Í grundgevingini segði Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, at Edward Fuglø hevur verið við í listarligum arbeiði í øllum hugsandi listagreinum. Hann hevur skapt listaverk á lørifti, veggjum og aðrastaðni, og hevur lagt til rættis pallsetingar og búnar í sjónleiki, í filmi og framførslum av ymiskum slagi, og hevur skrivað og teknað heiðursløntar barnabøkur.

- At Edward Fuglø hevur tikið eina ferð úr einum minni umhvørvi og inn í føroysku hjørtuni og fólkasálina sæst millum annað aftur í, at hann ferð eftir ferð verður biðin um at gera list til skúlar og aðrar bygningar. Hann varð eisini kosin at skapa almennu føroysku gávuna til Margrethu drotning, tá hon hátíðarhelt 40 ára dagin sum drotning, segði Jógvan Skorheim m.a., áðrenn hann handaði Edwardi Fuglø listavirðisløn Nólsoyar Páls uppá 75.000 krónur.

Tað er aðru ferð, virðislønin verður latin. Fyrstu virðislønina fyri einum ári síðani fekk Hanus G. Johansen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010