Uppskotini um pant eru góðkend

Uppskotini um pant eru góðkend
Landsstýrið og IRF raktu væl, tá tey gjørdu uppskot um kunngerð og reglugerð um pantskipan
Skipanin um pant kemur 1. september.
 
20.07.2026 - 06:56

Landsstýrið og IRF raktu væl, tá tey gjørdu uppskot um kunngerð og reglugerð um pantskipan.

Í øllum førum hevur Handilsvinnufelagið ongar viðmerkingar um uppskotini. 

Handilsvinnufelagið fegnast bara um, at skipanin nú gerst veruleiki hóast ávísar seinkingar hava verið. 

Uppskot er gjørt um kunngerð um pant.

Kunngerðin ásetur reglur um, hvørji íløt og hvørjar drykkjuvørur, skipanin er um.

Og sambært grein 1 er kunngerðin um íløt úr metali, plasti og glasi, sum taka 15 sentilitrar upp í tríggjar litrar til drykkjuvørur, tó ikki mjólk.

IRF skal umsita skipanina.

Uppskot er eisini gjørt um samanskrivaða lóg.

IRF hevur gjørt uppskot um reglugerð.

Lógin, kunngerðin og reglugerðin skulu koma í gildi 1. september.

Pantumsitarin, IRF, hevur sambært lógini heimild at áseta reglugerð um, hvussu íløt skulu handfarast og avroknast.

Landsstýrisfólkið skal góðkenna ta reglugerðina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342