Bygnaðurin í Mentamálaráðnum broyttur

Bygnaðurin í Mentamálaráðnum broyttur
Mentamálaráðið broytti innanhýsisbygnaðin og hevur lagt onkra deild niður á nýggjárinum
Bygnaðurin í Mentamálaráðnum varð broyttur á nýggjárinum. Onkur deild er býtt í tvey meðan onkur onnur er niðurløgd
 
12.01.2015 - 09:00

<p>Politikkdeildin á Mentamálaráðnum varð&nbsp;býtt sundur í tvey 1. januar; nevniliga Undirvísingardeildina og Mentanardeildina, skrivar heimasíðan hjá<a href="http://www.lararafelag.fo/V%C3%ADs-T%C3%AD%C3%B0indi.aspx?ID=663&amp;Act... target="_blank"> Lærarafelagnum</a>.</p>

<p>Vitanardeildin er niðurløgd, og virksemið har er flutt inn á ávikavist Stýrisdeildina, Undirvísingardeildina og Aðalskrivstovuna. Fýra menn stjórna Mentamálaráðnum frá 1. januar.</p>

<p>Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Olaus Jespersen, deildarstjóri á Undirvísingardeildini, Martin Næs, deildarstjóri á Mentanardeildini, og Bjarni Wilhelm, deildarstjóri á Stýrisdeildini. Tilsamans 28 fólk starvast í Mentamálaráðnum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896