Færri detta úr ALS skipanini

Færri detta úr ALS skipanini
Í 2014 duttu nógv færri fólk úr ALS skipanini, enn tey seinastu árini, hóast tey høvdu verið allar sínar 648 dagar í skipanini
Í fjør duttu nógv færri fólk úr ALS skipanini, enn tey seinastu árini
 
15.01.2015 - 08:03

Frá 2009 til 2012 var stórur vøkstur í talinum av fólkum, sum fóru úr Arbeiðsloysisskipanini, tí tey høvdu brúkt allar dagarnar.

Sum arbeiðsloysið er minkað seinastu tvey árini, er eisini talið av fólkum, sum eru farin úr skipanini minkað nógv. Í 2012 duttu 138 fólk úr skipanini, men í fjør vóru tey 45. Tað svarar til eina minking uppá 65%.

SÍ EISINI Arbeiðsleys eru nú styttri tíð í ALS

Almannaverkið metir, at áleið helmingurin av teimum, sum detta úr Arbeiðsloysisskipanini fáa arbeiðsloysisforsorg frá Almannaverkinum aftaná. Tað merkir, at millum 20 og 25 av fólkunum, sum duttu úr ALS í fjør nú fáa forsorg frá Almannaverkinum.

Hagtølini vísa, at tað eru serliga tey eldru - tey omanfyri hálvthundrað - sum detta úr ALS. Býtið millum kvinnur og menn, sum detta úr skipanini, er javnt fyri allar aldursbólkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210