Øll samferðslan darvað av vánaliga veðrinum

Øll samferðslan darvað av vánaliga veðrinum
Ring líkindi eru kring alt landið. Onkrir vegir eru stongdir, løgreglan heitir á fólk um at taka neyðug fyrilit, og øll flúgving er fyribils útsett
Øll flúgving er fyribils útsett. Koyrilíkindini eru av teimum ringastu, og koyring og sigling hjá Strandferðsluni er eisini ávirkað av ringa veðrinum
Mynd: kvf.fo  
 
15.01.2015 - 12:42

- Koyrilíkindini eru stak vánalig kring landið. Tað rýkur illa og tað er nógvur vindur, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki við útvarpið.

Í løtuni eru nakrir vegir stongdir, og seinni í dag fer Landsverk at taka støðu til, um aðrir landsvegir eisini skulu steingjast sum líður á dagin.

 

Fyrr í morgun sendi løgreglan áheitanina omanfyri út, har heitt varð á allar bilførarar um at at vísa varsemi í ferðsluni, nú koyrilíkindini eru vánalig.

Almenna samferðslan eisini rakt

Almenna flutningsfelagið, Strandfaraskip Landsins, kennir eisini sviðan av ringa kavaveðrinum, ið er kring landið í løtuni. Bussar standa og skip liggja.

- Í løtuni koyra ongir bussar hjá Bygdaleiðum, og nøkur skip hjá okkum eru løgd, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.

Seinni í dag fer Strandferðslan eisini at taka støðu til, hvussu verður við siglingini hjá Strandferðsluni seinni, sigur ferðslusamskiparin, Jens Petur Brattalíð.

Øll flogferðsla útsett fyribils

Einki flogfar er hvørki komið ella farið á flogvøllinum í morgun, orsakað av ringa veðrinum, sum í løtuni eisini darvar allari flogferðslu hjá Atlantic Airways.

- Líkindini at flúgva eru vánalig. 110 fólk sita og bíða á flogvølliunum í løtuni. Vit vóna at fáa sent fólkini avstað seinni í dag, sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantsflogi.

Tað verður kortini ein løta at bíða hjá ferðafólkunum á flogvøllinum. Flogførini frá í morgun eru fyribils útsett til klokkan 18, meðan tey, ið skuldu avstað seinni í dag, eru umbókað til onnur flogfør í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608