Fekk heilt málsøki uttan starvsfólk ella pengar

Fekk heilt málsøki uttan starvsfólk ella pengar
Ikki greitt enn, um donsk lóg, sum hjálpir skildum pápum, verður dagførd í Føroyum
Innlendismálaráðið er ikki til longur. Málsøkini blivu býtt millum hini aðalráðini. Heilsumálaráðið fekk hús-, fólka- og arvarætt men ongar pengar.
 
21.01.2015 - 09:22

Tá Innlendisnmálaráðið varð niðurlagt í 2013, fekk Heilsumálaráðið málsøkið hús-, fólka- og arvarættur.

Men hvørki starvsfólk ella pengar vórðu flutt Heilsumálaráðnum saman við málsøkinum.

Tí hevur Heilsumálaráðið einki fingið gjørt við málsøkið. Men í fíggjarlógini fyri 2015 eru pengar settir av til eitt starvsfólk.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann, at enn er ov tíðliga at avgera, um dagførda danska lógin um foreldramyndugleika skal setast í gildi í Føroyum. 

Pápar ongan rætt 

Galdandi lóg í Føroyum er frá 2007.

Bill Justinussen sigur í sínum fyrispurningi, at nøkur børn í Føroyum og føroysk børn uttanlands hava ikki rætt til regluliga samveru við bæði síni foreldur, tá foreldrini eru skild.

Í flestu førum sleppa páparnir ikki at síggja síni børn, tí mamman fær fullan ræðisrætt yvir rættindunum hjá børnunum. Mamman stýrir samveruni millum børn og pápa, sigur Bill Justinussen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210