Framvegis skattafyrimunur at læna til partabrøv

Framvegis skattafyrimunur at læna til partabrøv
Samgongan vil ikki forða fyri, at fólk fáa skattafyrimun av at læna pengar at keypa partabrøv fyri
Kristina Háfoss legði fram uppskotið fyri Tjóðveldi. Tingið fer at fella uppskotið 5.februar.
 
22.01.2015 - 07:56

Tað eigur framvegis at loysa seg - ið hvussu so er skattliga - at læna pengar til at keypa partabrøv fyri. 

Tað heldur landsstýrissamgongan.

Samgongan vil ikki broyta kapitalvinningsskattalógina, so ikki ber til at mótrokna rentur av lánum til at keypa partabrøv ella virðisbrøv fyri, í skatti av kapitalvinningi, so sum skatti av rentuinntøkum.

Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi um slíka lógarbroyting.

Meginregla

Samgongan heldur fast um galdandi roknskaparmeginreglu um, at útreiðslur, sum eru beinleiðis fortreyt fyri eini inntøku, eiga at kunna dragast frá inntøkuni, áðrenn hon verður skattað. 

Tjóðveldi - og Javnaðarflokurin - halda, at tað almenna eigur ikki við skattalógini at eggja fólki til at læna pengar at keypa partabrøv fyri. 

Sambært galdandi lóg kunnu fólk mótrokna rentur av lánum, sum tey taka til at keypa partabrøv ella virðisbrøv, í skatti av kapitalvinningi, so sum skatti av rentuinntøkum. Úrslitið er minni skattur av kapitalvinninginum. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu fólk 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv ella partabrøv fyri eftir regluni, sum tá var nýggj, um at mótrokna rentur av lánum í kapitalvinningi. 

Nógv fólk eru komin illa fyri av slíkum lánum, tí partabrøvini, tey læntu pengar at keypa, mistu alt virðið, men fólk sita eftir við láninum. 

Hava tey kortini onkran kapitalvinning so sum rentur av innláni, kann rentan av láninum til at keypa partabrøv fyri dragast frá í tí vinninginum. 

Royndi eisini í 2011 

Tjóðveldi royndi eisini at fáa lógina broytta í 2011. Semja var tá um hetta millum minnilutasamgonguna, sum tá var, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, og Tjóðveldi og Framsókn.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði uppskotið fyri tingið í 2011, men tað fall burtur, tí løgtingsval varð útskrivað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751