Hans Jørgen hevur biðið um umbering

Hans Jørgen hevur biðið um umbering
Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi hevur biðið Poul Ingason úr HB um umbering fyri tilburðin í venjingardystinum millum HB og Víking
Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroephoto.com  
 
23.01.2015 - 12:12

Teir báðir, Poul Ingason og Hans Jørgen Djurhuus, eru komnir víðari frá hendingi í venjingardystinum millum HB og Víking.

Pól Ingason varð sligin í andlitið, og hann fór á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann hevði brotið nøsina.

Hans Jørgen Djurhuus ringdi til Poul Ingason

Sosialurin skrivar í dag, at Hans Jørgen hevur biðið Poul Ingason um umbering.

- Eg ringdi til Poul Ingason dagin eftir, og havi biðið um umbering. 

- Eg eri keddur av, at hann breyt nøsina, tað var als ikki meiningin, sigur Hans Jørgen Djurhuus við Sosialin.

Umberingin góðtikin

Sosialurin hevur eisini tosað við Poul Ingason, og hann hevur góðtikið umberingina.

- Eg havi tosað við Hans Jørgen Djurhuus, og fingið eina umbering. Hana havi eg góðtikið.

- Hetta er tað sum kann henda í einum fótbóltsdysti, sigur Poul Ingason við blaðið.

Sosialurin hevur longri samrøður við teir báðar, sum kunnu lesast í dagsins útgávu.

Kann vænta sær leikbann

Forsetin í FSF, Christian Andreasen, hevur sagt við útvarpið, at kannað verður, hvat kann gerast við málið.

Hann segði, at í løtuni kannar FSF, hvat í onnur fótbóltssambond gera í slíkum støðum.

Í Føroyum er nú einaferð soleiðis, at tá hugt verður aðrastaðni, verður ofta hugt til Danmarkar fyrst, og har eru reglur á økinum.

Danska Fótbóltssambandið gevur vanliga ikki leikbann fyri reyð kort í venjingardystum, men undantøk eru, tá eitt eitt nú harðskapur er orsøkin.

Á heimasíðuni hjá DBU stendur soleiðis um Disciplinære bestemmelser:

Der tildeles som udgangspunkt ikke karantæner for forseelser i træningskampe, der medfører advarsel eller udvisning.

Dog undtaget forseelser, som i indberetningen fra kampens dommer og/eller af Disciplinærudvalget, vurderes som særlig voldsom adfærd.

Tv-optagelser kan indgå som dokumentation i sagsbehandlingen.

Løgreglan kannar málið

Løgreglan kannar í løtuni eisini málið sum harðskapsmál.

Løgreglan hevur tikið hetta málið upp, tí tað er harðskapur sum fer fram í tí almenna rúminum, segði Jón Kruse, løgreglumaður, við Útvarpið í gjár.

In.fo skrivar í dag, at Poul Ingason hevur fingið boð frá læknanum um, at hann er so mikið meiddur, at hann ikki kann spæla fótbólt í seks vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221