Lúrdi í sólmiðstøð: Nú fer málið í Føroya rætt

Lúrdi í sólmiðstøð: Nú fer málið í Føroya rætt
Málið um blygdanarskemd, framd í eini sólmiðstøð í Havn í 2012, kemur nú loksins fyri rættin
Málið um ein mann, ið lúrdi eftir kvinnum á eini sólmiðstøð í Havn, verður mánadagin viðgjørt í rættinum
 
28.01.2015 - 12:30

Mánadagin skal ein maður í 30-árunum í rættin - ákærdur fyri millum annað blygdanarskemd. Tað var 8. november í 2012, at maðurin fjaldi eitt myndatól í eini klokku, sum hann hongdi upp undir loftið í einum av sólrúmunum í eini sólmiðstøð í Havn.

Eigarin varnaðist klokkuna, og vakmyndatólið, sum hekk í gongini, hevði tikið mynd av gerningsmanninum. Sambært eigaranum av sólmiðstøðini hekk fjalda myndatólið uppi í tveir tímar, áðrenn tað varð uppdagað.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava stolið eina berbara teldu og fýra harðdiskar, og fyri at hava stolið 4000 atgongumerki á 100 krónur til eitt dansistað í Havn.

Harumframt er ákærdi maðurin skuldsettur fyri brot á løgtingslóg um dopingevni. Sambært ákæruvaldinum, hevði maðurin 12 sløg av ólógligum dopingevnum heima við hús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100