Greipuvinnararnir eru aftur í steypafinaluni

Greipuvinnararnir eru aftur í steypafinaluni
Kyndli hevði marginalarnar við sær í Vági í kvøld. Tá ein minuttur var eftir kundu bæði liðini avgera, men Kyndil dró longra stráðið
 
29.01.2015 - 23:00

Seinna hálvfinalan varð veruliga ikki avgjørt fyrr enn í evstu løtu. Dysturin endaði 18-19 til Kyndil og Kyndil var eisini á odda 10-12 í hálvleikinum.

Spenningurin helt sær til at VB gjørdi eina feilavlevering, tá 15 sekund restaðu í. 

Liðini vóru so jøvn, at tað bar ongantíð til at spáa um hvør skuldi møta Neistanum í finaluni tann sjeynda februar.

40 sekund eftir

Kyndil hevði trumfin í síni hond, tá tær vóru í álopi tá bert 40 sekund vóru eftir av dystinum og tað er javnleikur 18-18. Kyndil er tá á veg í finaluna, ti ein javnleikur var nokk.

Men Kyndil bleiv til ein glóð heitan kyndil, tí í staðinfyri at lata tíðina ganga, so skeyt Kyndil á mál, og Sanja Jovic í VB málinum bjargaði.

Nú skuldi VB í skjótálop og tveir VB leikarar runnu fram. Men tíverri fyri Sanju Jovic, so bleiv avleveringin frá henni ov long, og VB misnýtti møguleikan at avgera dystin.

Tí um VB skoraði endaði dysturin 19-18 til VB og tí hevði VB verið steypafinalistur við einum útimáli meira.

Men í staðin verður Ásleyg Súnadóttir úr Kyndli send avstað í skjót álop. Trý sekund eru eftir og hon skorar til 19-18, og Kyndil er í finaluni.

Finalan millum Neistan og Kyndil verður spæld tann 7.februar í høllini á hálsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655