Talið av skúlin minkað í helvt

Talið av skúlin minkað í helvt
Hóast miðal næmingatalið fyri hvønn skúla er trífaldað, er tali á skúlum seinastu trýss árini fækkað niður í helvt
Vágs skúli
Mynd: suðurrás.fo  
 
12.02.2015 - 10:35

Hugburðurin í Føroyum hevur verið, at næmingar so vítt gjørligt skulu fáa undirvísing í síni heimbygd, og tí vóru síðst í 19. og fyrst í 20. øld skúlar bygdir í nógvum bygdum. Eisini vórðu ferðalærarastørv skipað, har lærarin undirvísti í fleiri skúlum, eisini í skúlum, ið ikki vóru í somu oyggj. Tað var sum meginregla lærarin, sum flutti millum skúlar og ikki næmingarnir. Hetta stendur í tilmæli til skúlabygging og lærumiðstøðir hjá Mentamálaráðnum.

Tað hevur tikið drúgva tíð at gjørt nakað við støðuna, at undirvísa á staðnum, hóast vegakervið røkkur um alt landið, og almennir flutningsmøguleikar eru sera góðir. Royndir hava verið gjørdar at minka um skúlatalið, m.a. í seksti og sjeyti árunum, men síðan hevur skúlatalið verið rættiliga støðugt, til kommunur seinastu árini sjálvbodnar hava lagt saman, ella at barnatalið í útjaðaranum er so nógv minkað, at eingi børn hava verið eftir í bygdini ella, at foreldur hava valt at skriva børn síni inn í ein størri skúla.

Í skúlaárinum 2013-14 er samlaða næmingatalið í fólkaskúlanum 7014 næmingar, sum ganga í 47 fólkaskúlum kring landið umframt trimum frískúlum. Seinastu 6 árini er talið á skúlum fari úr 61 til 47 skúlar. Smáu skúlarnir við 1 – 49 næmingum eru fækkaðir mest við 17 skúlum, meðan tað eru 6 skúlar fleiri, ið hava 50 – 99 næmingar. Stórur munur er ikki í hinum skúlastøddunum, men tilsamans eru 14 skúlar færri.

Les alt álitið til Mentamálaráðið her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210