Rognkelsi brúkast sum reinsifiskur

Rognkelsi brúkast sum reinsifiskur
Bakkafrost og Marine Harvest hava fingið góðkenningar frá Umhvørvisstovuni at brúka rognkelsi sum reinsifisk
 
14.02.2015 - 09:36

Tað sæst á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Rognkelsini verða nýtt at týna laksalýs við, tí tað vísur seg, at rognkelsi eta laksalýs. Rognkelsi verða sett út saman við laksinum. Enn er lítil vitan um, hvussu rognkelsini fara at trívast og vaksa í alibúrunum. Í treytunum fyri at brúka rognkelsi er serligur dentur lagdur á, at feløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa. Harafturat er dentur lagdur á, at um nýggj vitan kemur fram um ávirkan av rognkelsum, kann Umhvørvisstovan seta herdar treytir ella nokta fyri, at rognkelsi verða sett út. Treyt er eisini sett um, at rognkelsini verða tikin aftur, tá laksurin verður tikin. Tí veitir Umhvørvisstovan fyribils bara tíðaravmarkaða umhvørvisgóðkenning í eitt framleiðsluumfar til at seta rognkelsi út í aliringarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928