Her vilja 17 verða stjóri

Her vilja 17 verða stjóri
Freistin at søkja starvið var úti mánadagin, og tá avtornaði hevði Fiskimálaráðið fingið 17 umsóknir til stjórastarvið á Búnaðarstovuni
17 kvinnur og menn kundu hugsað sær at tikið við stjórastarvinum her á Búnaðarstovuni í Kollafirði, upplýsir Fiskimálaráðið, ið hevur landbúnaðin í Føroyum sum málsøki
 
19.02.2015 - 11:42

Nýggi stjórin skal leiða og samskipa arbeiðið á Búnaðarstovni, gera meginsetningar og raðfestingar fyri stovnin og virkisøkið, evna til ymiskt tilfar, ið Fiskimálaráðið hevur tørv á, og veita Fiskimálaráðnum ráðgeving, og skipa mannagongdinir á stovninum, ið tryggja góða borgaratænastu.

Tann, sum søkir, skal hava útbúgving og arbeiðsroyndir, ið eru viðkomandi fyri starvið, og fyrimunur er eitt nú at hava leiðsluroyndir og góðan málførleika.

Starvið er lønt í 37 lønarflokki og tað svarar til 46.800 krónur um mánaðin sambært sáttmálanum millim Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Nýggi stjórin skal taka við 1. apríl ella skjótast eftir tann dagin dag. Fiskimálaráðið fer nú undir tilgongdina at seta nýggja stjóran á Búnaðarstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786