- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formansval í Lærarafelagnum
Formansval í Lærarafelagnum
Formansval verður í Lærarafelagnum, tá felagið hevur aðalfund 18. apríl. Tveir limir standa fyri vali

Tveir nevndarlimir í Lærarafelagnum standa fyri vali, tá felagið hevur aðalfund í apríl
27.02.2015 - 08:58
Teir báðir limirnir, ið standa fyri vali, er Maria V. Hansen og Jákup av Skarði. Sambært Lærarafelagnum skulu uppskot um valevni vera felagnum í hendi í seinasta lagi 4. apríl.
Freistin fyri innkomin mál hjá felagnum er 28. mars, tríggjar vikur áðrenn aðalfundurin verður. Aðalfundurin hjá Lærarafelagnum verður í Skúlanum við Løgmannabreyt leygardagin 18. apríl.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























