Sangarin, Gary Glitter, dømdur 16 ára fongsul

Sangarin, Gary Glitter, dømdur 16 ára fongsul
Sangarin er dømdur fyri kynsligan ágang móti trimum gentum í tíðarskeiðnum frá 1975 til 1980
Mynd: APTN  
 
28.02.2015 - 16:06

Víðagitni sangarin, 70 ára gamli Gary Glitter, sum er kendur innan glam-rokk, rock n' roll og poprokk, er dømdur 16 ára fongsul fyri kynsligan ágang móti trimum gentum í tíðarskeiðnum frá 1975 til 1980.

Gary Glitter er dømdur fyri neyðtøkuroynd, at hava havt kynsligt samband við skúlagentu, sum er yngri enn 13 ár og fyri ósømiligan atburð.

Jimmy Savile-málið

Kanningar eru gjørdar viðvíkjandi sangaranum, tí illgruni hevur verið til hansara síðani 2012 í samband við gøluna um BBC-sjónvarps-stjørnuna, Jimmy Savile, um kynsligan ágang. 

Longu í 2006 varð Gary Glitter dømdur fongsulsrevsing í Vjetnam, fyri at hava havt kynsligt samband við tvær gentur 11 og 12 ára gamlar. Har sat hann í fongsli í trý ár.

Hann hevur eisini sitið í fongsli í Bretlandi fyri at hava havt barnapornografiskt tilfar í varðveitslu. Tá játtaði hann seg sekan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985