Svimjisambandið umhugsar at stevna

Svimjisambandið umhugsar at stevna
Føroyskir svimjarar sleppa ikki at vera við á evropeisku juniomeistarastevnuni í summar
Rókur í Jákupsstovu er formaður í Svimjisambandinum
 
02.03.2015 - 14:16

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya viðger í løtuni, um sakarmál skal reisast móti evropeiska svimjisambandinum, LEN. 

Tað hendir, eftir at Svimjisambandið hevur fingið boð um, at føroyskir svimjarar sleppa ikki at vera við á evropeisku juniormeistarastevnuni í summar, hóast Føroyar áður hava fingið munnligt lyfti um hetta.

Men tað er ikki bara sum at siga tað, at reisa sakarmál. Tað kostar pengar - nógvar pengar, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya. 

Samband við ÍSF

Starsvnevndin í Svimjisambandinum Føroya ætlar tí at seta seg í samband við starvsnevndina í Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, at umrøða spurningin um fígging í sambandi við eitt møguligt sakarmál. 

Ítróttarsamband Føroya hevur ikki viðgjørt tann spurningin enn, sigur Petur EliaS Petersen, ÍSF-forseti. 

Talan er um eitt rættiliga prinsipielt mál, ikki bara fyri føroyska svimjing, men føroyskan ítrótt yvirhøvur, sigur Svimjisamband Føroya. 

Viðurkenna ikki Føroyar

Evropeiska olympiska nevndin vil ikki viðurkenna Føroyar, hóast Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í Evropeiska Svimjisambandinum. 

Juniormeistarastevnan er stevna, sum evropeiska svimjisambandið skipar fyri. 

Men ætlanin er nú, at evropeiska olympiska nevndin skal standa fyri stevnuni. Og tá Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í olympisku nevndini, kunnu Føroyar ikki vera við.  Skulu føroyskir svimjarar vera við í kappingini, má tað vera undir øðrum flaggi, hevur evropeiska olympiska nevndin boðað frá. 

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097