- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hýruvognar nýta taxametur í 2017
Frá nýggjársdegi í 2017 kunnu tey, sum leiga hýruvogn í Havn millum annað, vænta at skula gjalda sambært gjaldmálara, og ikki sambært príslista sum nú.
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum um at loyva kommununum at krevja av teimum, sum koyra hýruvogn, at tey brúka gjaldmálara, taxametur.
Sambært Vinnumálaráðnum hevur Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu biðið um at fáa lógarheimild til at krevja, at hýruvognar í kommununi hava gjaldmálara.
Í Vinnumálaráðnum halda tey tað vera eitt framstig at krevja gjaldmálara í hýruvognar, og tí er lógarbroytingin gjørd og send løgtinginum.
Ikki fyrr enn í 2017
Men kommunurnar kunnu kortini ikki krevja, at taxametur verður brúkt fyrr enn 1.januar í 2017. Lógarbroytingin leggur tó upp fyri, at til ber hjá hýruvognum og bilstøðum at hava seravtalur um avtalaðar prísir við stovnar, feløg og fólk um flutning uttan at brúka gjaldmálara.
Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrismaðurin gera kunngerð við reglum um gjaldmálarar og eftirlitið við teimum, so teir altíð vísa rætta prísin fyri túrin.