Kyndil gjørdi sítt

Kyndil gjørdi sítt
Kyndil vann á Neistanum í kvøld, og sunnudagin kunnu teir vinna plássi í FM-finaluni, tá H71 vitjar
 
19.03.2015 - 21:55

Kyndil vann 28-22 á Neistanum í kvøld, hálvleiksstøðan var 12-10 til Kyndil.

Neistin svaraði aftur tíðliga í seinna hálvleiki, og teir vóru eitt skifti á odda 14-13.

Kyndil var tó betra liðið, og at enda vunnu teir við seks málum.

Sunnudagin tekur Kyndil ímóti H71. Dysturin verður avgerandi fyri, hvør kemur í finaluna.

Dysturin byrjar klokkan 16.00, og útvarpið fer at hava beinleiðis frásøgn.

Støðan:

1. VÍF 21 dystir 34 stig
2. Kyndil 21 dystir 31 stig
3. H71 20 dystir 27 stig
4. KÍF 20 dystir 19 stig
5. Neistin 21 dystir 18 stig
6. STÍF 21 dystir 9 stig
7. Team Klaksvík 20 dystir 6 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040