Heildarætlan um kynsligan ágang handað

Heildarætlan um kynsligan ágang handað
Átta ymisk átøk, ið kunnu setast í verk yvir eitt trý ára skeið. Landsstýriskvinnan fekk hósdagin handað heildarætlan um kynsligan ágang
Átta ymisk átøk, ið kunnu setast í verk yvir eitt trý ára skeið. Heildarætlanin um kynsligan ágang varð handað landsstýriskvinnuni í almannamálum hósdagin
 
23.03.2015 - 10:40

Avmarkað arbeiðsorka hjá løgregluni kann gera, at gomul mál fara við nógvari tíð, sum kundi verið brúkt til nýggj mál, um fyrningarfreistin í málum um kynsligan ágang verður strikað.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt heildarætlanina um kynsligan ágang, viðgjørdi eisini barnaváttan og fyrningarfreistir.

Krevur nógva orku at kanna eldri mál

Fútin hevur gjørt greitt, at verður fyrningin strikað, fara tey gomlu málini at taka nógva orku frá nýggjari málum, samstundis sum líkindi fyri at fáa dóm eru sera lítil.

Fútin heldur hetta vera sera óheppið fyri tey, sum hava verið fyri ágangi, tí tey kunnu fáa ta kenslu, at rættarskipanin ikki tekur tey fyri fult.

Arbeiðsbólkurin skrivar, at umráðandi er at hava í huga, at tað er eitt álvarsligt inntriv í rættartrygdina at strika fyrningina. Harafturat eigur at havast í huga, at tað krevur sera nógva orku hjá løgregluni at kanna heilt gomul mál.

Kann tálma kanningina av nýggjum málum

Tá so orkan hjá løgregluni er avmarkað, er eisini vandi fyri, at tað kann ávirka kanningina, tá nýggj mál skulu kannast. Tí, sigur arbeiðsbólkurin, eigur at vera væl umhugsað, hvat endamálið er við at strika fyrningarfreistina og ikki ber til at røkka endamálinum á annan hátt.

Í Føroyum er fyrningarfreistin í málum um kynsligan ágang móti børnum í minsta lagi 10 ár og í mesta lagi 33 ár. Viðvíkjandi barnaváttan mælir arbeiðsbólkurin til at kanna gjølla fyrimunir og vansar við barnaváttan og gera sær greitt, hvat endamálið er við henni.

Mælt verður eisini til at kanna, um til ber at røkka endamálinum við barnaváttan á annan hátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521