Fýra vilja gera nýggja stovnin á Sandi

Fýra vilja gera nýggja stovnin á Sandi
Tvær milliónir og 700.000 kr. eru á muni millum hægsta boð og lægsta boð upp á arbeiðið at byggja virknis- og umlættingardepilin heima á Sandi
Fýra tilboð komu upp á arbeiðið at gera nýggja virknis- og umlættingardepilin á Sandi. Útivið tríggjar milliónir eru á muni millum lægsta og hægsta tilboðið
 
24.03.2015 - 08:50

Fýra tilboð komu upp á arbeiðið. Lægsta tilboð hevur Valbjørn Dalsgarð, slakar 10,3 mió. kr. Hægsta tilboðið, sum J&K Petersen eigur, er 12,3 milliónir krónur.

Nýggi stovnurin á Sandi er ætlaður børnum og ungum við serligum avbjóðingum úr øllum landinum. Men fýra pláss verða sett av til sandoyingar. Í deplinum, sum verður 480 fermetrar, verða átta kømur og felagshøli til 15 fólk.

Depilin skal sambært lógini um hann ikki kosta meira enn 12,4 milliónir krónur. Eftir ætlan skal virknis- og umlættingardepilin vera liðugur næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521