Klaksvík vil ganga á odda í sameining

Klaksvík vil ganga á odda í sameining
Klaksvíkar kommuna vil ganga á odda, tá talan er um integratión. Átakið hjá kommununi kann møguliga eisini brúkast í øðrum kommunum í landinum
Klaksvíkar kommuna vil ganga á odda í sameining við einum átaki, ið aðrar kommunur í Føroyum kanska eisini kunnu brúka
 
02.04.2015 - 14:58

Kommunan hevur sum tann fyrsta orða ein integratiónspolitik, sum skal vera íblástur hjá øðrum kommunum at gera tað sama. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, var 24. mars á fundi við Johan Dahl, landsstýrismann.

Teir eru samdir um at arbeiða fyri einum felags integratiónspolitikki og átøkum, sum aðrar kommunur eisini kunnu seta í verk eftir tørvi og umstøðum.

Á fundinum í Vinnumálaráðnum 24. mars, hevði David Im, verkætlanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, millum annað eina framløgu, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.

Ynskja at hjálpa øðrum kommunum eisini

David Im greiddi á framløguni frá, at ein partur av verkætlanini er at lýsa umstøður, fyritreytir og ynski hjá tilflytarum, og eisini varð kunnað um spurnarkanning, sum er gjørd millum tilflytarar.

Verkætlanin fevnir í fyrsta umfari um Klaksvíkar kommunu. Kortini er ikki óhugsandi, at átakið eisini kann brúkast í øðrum kommunum í landinum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Johan Dahl, landsstýrismaður, eru samdir um, at endamálið við átakinum skal vera at geva øllum kommunum í landinum eitt amboð at gera ein leist, sum kann skapa bestu karmarnar fyri integratión.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF