Málið framvegis ikki loyst

Málið framvegis ikki loyst
Ósemjan millum manningarfeløgini og Lønardeildina um lønina á strandfaraskipunum er framvegis ikki loyst. Málið verður nú beint aftur í gerðarættin
Ósemjan um lønina hjá teimum, sum sigla við strandfaraskipunum halgidagarnar, er framvegis ikki loyst. Tí endar málið aftur í gerðarættinum
 
02.04.2015 - 18:27

Ósemjan millum manningarfeløgini og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um lønina hjá teimum, sum sigla við strandfaraskipunum halgidagarnar, er framvegis ikki loyst, og málið endar nú aftur í gerðarrættinum.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at felagið hevur roynt at fingið semju í lag við við Lønardeildina. Tað hevur ikki borið á mál, tí verður málið nú aftur beint í gerðarrætin, sigur hann.

Talan er um ósemju um siglingina langa fríggjadag og páskadag. Tað var stutt fyri jól, at ósemja tók seg upp millum manningarfeløgini og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, tí manningarfeløgini noktaðu limum sínum at sigla jóladag, tí ongin semja var um lønina fyri siglingina.

Kravdu 100 prosent í yvirtíðarsamsýning

Manningarfeløgini kravdu at fáa 100 prosent yvritíðarsamsýning fyri fullan arbeiðsdag, men tað vildi Lønardeildiní Fíggjarmálaráðnum ikki.

Málið um arbeiðssteðgin varð tá beint í Gerðarrættin, sum gjørdi av, at arbeiðið kundi ikki leggjast niður, men avgerðin hjá Gerðarættinum segði onki um, hvørja samsýning starvsfólkini skulu hava.

Nú royna manningarfeløgini so aftur. Hesa ferð í sambandi við siglingina hjá strandfaraskipunum langa fríggjadag og páskadag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364