Føroyska summarið verður kalt

Føroyska summarið verður kalt
Tað verður kalt um okkara leiðir í apríl, mai og juni, er spádómurin hjá veðurfrøðingum. Europeiski veðurstovnurin er komin við sínum forsagnum
Føroyska summarið verður ikki heitt í ár. Í øllum førum verður kalt í apríl, mai og juni, er spádómurin hjá veðurfrøðingum
 
08.04.2015 - 15:50

Veðurfrøðingarnir hava í vetur lagt til merkis, at eitt øki í Norðuratlantshavinum, vestanfyri Føroyar, hevur verið sera kalt í vetur, og líkt er ikki til at tað verður stórvegis heitari í bræði.

Tí eru metingarnar, at tað verður kalt um okkara leiðir, men at tað verður heitt yvir einum parti av Skandinavia og eystureftir, men ikki í vestureuropa.

Tað er europeiski veðurstovnurin í Reading í Bretlandi, sum hevur almannakunngjørt eitt kort um dagarnar, sum vísir, hvar vit kunnu rokna við køldum veðri í nakrar mánaðir aftrat.

SÍ EISINI So heitt var tað: Heitasti juli í 81 ár

Eftir kortinum verður kalt á vesturlandinum í Noreg, Bretlandi, Føroyum og Íslandi, og vestaru pørtunum av Fraklandi, Spania og Portugal. Amerikanski veðurstovnurin metir eisini, at tað verður heitt í Norðurnoreg og eystureftir, men kalt í vestureuropa.

Orsøkina kenna veðurfrøðingarnir ikki, men onkur hevur borið fram, at Golfstreymurin viknar. Kanningarnar av Golfstreyminum hava ikki vart leingi, og tí kunna veðurfrøðingarnir seg ikki siga nakað við vissu.

Golfstreymurin hevur alstóran tydning fyri veðurlagið í Norðureuropa, og týski veðurlagsgranskarin, Stefan Rahmstorf, sigur seg ikki ivast í, at Golfstreymurin er viknaður, og tí broytist veðurlagið.

Veðurfrøðingar ikki samdir

Norski veðurlagsgranskarin, Furevik, sigur, at norðmenn ikki hava merkt nakað til at Golfstreymuruin er viknaður fram við norsku strondini. Veðurfrøðingarnir eru ikki samdir.

Summir vísa á, at broytingar altíð henda. Sagt verður, at Norðuratlantshavið gjørdist heitari øll 1990ini, men at sjógvuri er kølnaður aftur síðani í 2010.

Veðurfrøðingarnir vísa á, at havstreymarnir broytast millum 10 og 30 ár, og tað gera teir, hóast globala upphitingin ikki var.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Borgarafundur um suðuroyartunnilin
204348
Týsdag 17. februar
RagnarRokk: René Berthiaume um Equinox
204332
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279