Frá halli til yvirskot: - Vend má koma í

Frá halli til yvirskot: - Vend má koma í
Fiskaaling kann ikki halda fram við at hava hall hvørt ár, sigur nýggi nevndarformaðurin í felagnum, Kristoffur Laksá. Í fjør var hallið 5,2 mió.
Hallið hjá Fiskaaling skal vendast til yvirskot sigur nýggi nevndarformaðurin, ið væntar, at raksturin fer at hanga saman í ár
Mynd: Skíggjamynd/Fiskaaling á YouTube  
 
20.04.2015 - 13:08

Hann hevur bert verið nevndarformaður í ein mánað, og vil tí ikki gera stórvegis viðmerkingar til gongdina í almenna partafelagnum. Men hallið skal vendast til avlop, sigur hann.

Seinastu fimm árini hevur almenna partafelagið, Fiskaaling, havt tilsamans 10 milliónir krónur í halli. Bert í fjør var hallið 5,2 milliónir kr., skrivar Vinnuvitan.

Orsøkin, til stóra hallið í fjør, var, at sølan av rognum sveik, sigur nývaldi nevndarformaðurin í felagnum, Kristoffur Laksá. Vinnuvitan skrivar, at bruttovinningurin hjá Fiskaaling er hækkaður á hvørjum ári síðan 2010.

Lønarútreiðslur orsøk til hall

Í 2010 hevði Fiskaaling ein bruttovinning uppá 12 millliónir krónur. Í 2014 var bruttovinningurin komin uppá 15 millliónir krónur, sum svarar til eina hækking uppá 25 prosent í bruttovinninginum eftir fýra árum.

Orsøkin til hallið seinastu árini er lønarkostnaðurin, er lønarkostnaðurin. Frá 2004 til 2009 vóru lønarútreiðslurnar hjá felagnum um 8 millliónir krónur um árið, og tá vóru millum 20 og 25 fólk í starvi.

Tey fingu í miðal 28.500 krónur um mánaðin í løn. Síðani í 2010 eru lønirnar hækkaðar nógv, og í fjør vórðu 17,3 milliónir krónur útgoldnar í lønum.

Eisini fleiri fólk í starvi

Talið á starvsfólki er eisini hækkað nógv, og í 2014 vóru 37 fólk í starvi, og miðal lønin varð hækkað upp í 39.000 kr. um mánaðin.

Í eini uppgerð sum Landsgrannskoðanin gjørdi í fjør, um almennar grunnar feløg, sæst at tørvur hevur verið á at hækka partapeningin í felagnum seinastu árini.

Í 2003 varð ónýttur studningur á 2,5 milliónir kr. lagdur um til partapening, harav 1.459 t.kr. vórðu lagdar í yvirkursgrunn.

Landið læt Lívfiskastøðina

Í 2004 vórðu 2 mió.kr. settar í felagið, tá felagið fekk eina høll við Áir, ið hevði virðið 2 mió.kr. Av hesum vórðu 1,6 mió.kr. lagdar í yvirkursgrunn.

Í 2007 var partapeningurin aftur hækkaður, tá landið læt felagnum Lívfiskastøðina, ið hevði virði á 8,95 milliónir krónur.

24. mai 2009 samtykti Løgtingið at hækka partapeningin í Fiskaaling við fæi, sum var í Endurgjaldsgrunni Alivinnunnar, tí grunnurin varð tikin av. Talan var um umleið 8 mió.kr.

Ætlanin var, at fæið skuldi styrkja fíggjarliga grundarlagið undir Fiskaaling, so størri orka kundi verða sett av til granskingar- og menningarvirksemi innan fiskaaling og biotøkni sum heild í Føroyum.

Væntar at raksturin fer at hanga saman í ár

Løgtingið samtykti eisini, at treytin fyri at hækka partapeningin og fyri árliga studninginum til felagið varð, at P/f Fiskaaling skuldi leggja størri dent á gransking og at felagið, umframt at granska í aling av fiski, eisini skuldi granska í biotøkni.

Kristoffur Laksá, nevndarformaður sigur, at felagið kann ikki halda fram við at hava hall, og sum hann hevur skilt støðuna, so fer raksturin at hanga saman í ár.

Hann sigur, at arbeitt verður við at fáa Fiskaaling aftur á beint, og at arbeitt verður við tí. Hann vil ikki siga nakað um, hvussu tað skal gerast, tí hann hevur bert verið nevndarformaður í felagnum í umleið ein mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635