Støða ikki tikin til samstarv

Støða ikki tikin til samstarv
Støða varð ikki tikin til samstarv millum SEV og oljufelagið, Magn, á aðalfundinum hjá SEV, sum ætlanin annars var frammanundan
Endalig støða varð kortini ikki tikin á aðalfundinum hjá SEV í morgun um eitt møguligt samstarv millum SEV og oljufelagið, Magn
 
24.04.2015 - 14:57

Endalig støða skuldi í morgun takast til uppskotið frá nevndini um at broyta viðtøkurnar soleiðis, at heimild verður at avhenda vindmyllulundinar í Neshaga og Húsahaga til partafelag ella smápartafelag.

Aðalfundurin hjá SEV endaði kortini uttan atkvøðugreiðslu fyrrapartin. Ósemja er um Magn skal eiga ein part av vindmyllulundini í Húsahaga.

Spurningur um ognarskap avgreiðast fyrst

- Spurningurin um ognarskap eigur at fáast uppá pláss áðrenn eitt partafelag kann gerast, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við útvarpið á middegi.

Hann heldur, at viðurskiftini mugu lýsast betri og fáast uppá pláss, áðrenn klárt er at gera eitt partafelag og SEV og Magn kunnu byrja samstarv.

- Viðurskiftini eru so ógreið, at tað má verða ein eykaaðalfundur bara um tað málið, har vit áðrenn kunnu fara til bý- og bygdaráðini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521