Ógreitt hví hús brunnu í grund

Ógreitt hví hús brunnu í grund
Eini hús í Bøgøtu í Klaksvík brunnu í grund tíðliga í morgun. Hugsingur var ikki um at sløkkja eldin hjá sløkkiliðnum
Enn er ikki greitt, hví eldur kom í hesi húsini í Bøgøtu í Klaksvík
Mynd: Sigrún H. Brend  
 
28.04.2015 - 12:12

Sløkkiliðsleiðarin í Klaksvík, Finn Hansen, sigur at eldurin varð fráboðaður um fýratíðina í nátt, men tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldurin so stórur, at har var ikki hugsingur um at sløkkja hann.

Nú er eldurin slóknaður, men onkrir smáir logar her og har. Sløkkiliðið er tí framvegis á staðnum og heldur vakt.

Enn er ógreitt, hví eldurin kyknaði í húsunum í Bøgøtu 50. Seinastu tríggjar mánaðirnar hava fólk ikki búð í húsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521