Spyr um kvinnutrot og javnstøðu

Spyr um kvinnutrot og javnstøðu
Johan Dahl, landsstýrismaður, skal í tinginum í dag svara fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um kvinnutrot og javnstøðu í Føroyum
Eyðgunn Samuelsen vil hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismanni, hví arbeiðið at greina orsøkirnar og avleiðingarnar til kvinnutrotið hevur tikið so drúgva tíð
 
29.04.2015 - 08:01

Eyðgunn Samuelsen spyr landsstýrismannin, um arbeiðið at greina orsøkirnar og avleiðingarnar til kvinnutrotið í Føroyum er byrjað.

Tingkvinnan vísir í viðmerkingunum á, at í heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð latið landsstýrinum í apríl 2013, verður mælt til at greina orsøkir og avleiðingar av kvinnutroti í Føroyum við tí fyri eyga at orða ein javnstøðupolitikk.

Eyðgunn Samuelsen undrast á, at einki er hent í málinum. Heildarætlanin er tvey ára gomul, og løgmaður vísti í ólavsøkurøðuni sama ár á trupulleikin og segði, at talan er um stóra avbjóðing fyri føroyska samfelagið, og at neyðugt er at orða javnstøðupolitik.

Vil vita, hví arbeiðið hevur verið so drúgt

Eyðgunn Samuelsen vil tí hava at vita frá Johan Dahl, hví arbeiðið hevur tikið so langa tíð, og um nakað evstamark er ásett, nær arbeiðið skal vera liðugt.

Í heildarætlanini verður ført fram, at kvinnutrotið er ein so álvarsligur og samansettur trupulleiki, at tað krevur eina serstaka og meira umfatandi viðger enn tað er møguligt at gera í sjálvari heildarætlanini.

Í 2011 vóru 2.155 færri kvinnur enn menn í Føroyum í aldrinum 0-59 ár. Millum londini í vesturheiminum er tað einans Grønland, sum hevur lutfallsliga færri kvinnur enn tað eru í Føroyum. Løgtingsfundurin í dag byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439