Landið letur Atlantic Airways slaka hálva milliard

Landið letur Atlantic Airways slaka hálva milliard
Næstu tíggju árini skal Atlantic Airways hava 444 mió. kr. úr landskassanum til tyrlutænastuna.
 
07.05.2015 - 10:01

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið um loyvi at samráðast við Atlantic Airways um tyrlutænastu fyri 44,4 mió. kr. um árið í tíggju ár.

Lógaruppskotið merkir samstundis, at frí kapping verður ikki um tyrlutænastur, sum landsstýrið keypir, tí tænasturnar verða ikki bodnar út.

Atlantic Airways, sum landsstýrið eigur, hevur boðað landsstýrinum frá, at felagið ætlar at keypa tvær nýggjar tyrlur fyri Bell tyrlurnar, sum nú eru ávikavist 19 og 21 ára gamlar.

Ætlanin er at keypa tvær AgustaWestland tyrlur, sum hvør kostar 100 mió. kr.

Landsstýrið krevur fult innlit í roknskapin

Sum er rindar landið Atlantic Airways 36,1 millión um árið fyri tyrlutænastur. Men nýggju tyrlurnar fara at krevja 8,4 mio. kr. meira um árið úr landskassanum. 

Hækkingin stavar í høvuðsheitum frá øktum útreiðslum til rentur og avskrivingar, upplýsir Fiskimálaráðið.

Galdandi sáttmáli millum landið og Atlantic Airways um tyrlurnar fer úr gildi á nýggjárinum.

Fyri at tryggja, at gjaldið hjá landsstýrinum fyri tyrlutænastuna veruliga samsvarar við kostnaðin, fer landsstýrið í sáttmálanum við Atlantic Airways at treyta sær fult innlit í roknskapartølini hjá Tyrludeildini og felagnum annars í tann mun, talan er um samrakstur millum flogferðslupartin og tyrlupartin hjá felagnum, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið.

Trý aðalráð brúka føroysku tyrlurnar, Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið og Heilsumálaráðið. Men Fiskimálaráðið skal samráðast við Atlantic Airways fyri øll trý. Og samráðingarnar eru byrjaðar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776