Konservativi flokkurin verður greiður vinnari

Konservativi flokkurin verður greiður vinnari
Forsøgn hjá BBC vísur í morgun, at Konservativu kunnu fáa 325 sessir, meðan Labour fáa helst 232
 
08.05.2015 - 07:54

Valhølini lótu aftur klokkan 10 okkara tíð í gjárkvøldið, og meira enn helmingurin av úrslitunum frá teimum 650 valøkjunum eru almannakunngjørd.

Úrslitini benda á, at Konservativi flokkurin hevur fingið dyggan stuðul. 

- Tað er sjálvandi gott at hoyra í nátt, segði David Cameron, formaður í flokkinum, - Men ov tíðliga til at staðfesta úrslitið.

Forsøgnin talar

Forsøgn hjá BBC vísur í morgun, at Konservativu kunnu fáa 325 sessir, meðan Labour fáa helst 232.

Sostatt er møgueliki fyri, at Konservativi flokkurin kann fáa meiriluta einsamallur,  nú umleið 70 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Tað merkir samstundis, at Labour og LiberalDemokratarnir hava havt eitt vánaligt val. 

Ótryggur í sessinum

Leiðarin fyri Labour, Ed Milliband, dylur heldur ikki fyri, at hann er vónbrotin um fyribils-úrslitini. 

- Eg harmist almikið um tað, sum er hent, segði hann við fjølmiðlar í morgun. Hetta er eitt vónbrot og pínufull nátt, segði Ed Milliband.

Bretskir miðlar skriva í morgun, at tað er óvist, um Ed Milliband heldur fram sum formaður, nú nógv bendur á, at  flokkurin verður stóri taparin á valinum. Trýstið á hann  økist, so hvørt sum atkvøðurnar verða taldar.

Frøði í Skotlandi

Hinvegin fegnast veljarar hjá skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, um valúrslitið. Í gjárkvøldið vístu valdags-mátingar, at flokkurin fær 58 av teimum 59 skotsku sessunum í parlamentinum. Fyrstu uppteljingarnar í skotkum valdømur geva eisini somu mynd, at flokkurin verður greiður vinnari.

Sambært Sky News fer David Cameron til bretsku drotningina í dag kl 11 okkara tíð. Og síðani fer hann at tosa við fjølmiðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084