Vesturheimurin boykottar skrúðgongu í Moskva

Vesturheimurin boykottar skrúðgongu í Moskva
Í sambandi við, at 70 ár eru liðin, síðani Sovjetsamveldið vann á Nazitýsklandi, er stór hernaðarskrúgonga, men vesturheimurin er ikki umboðaður
Putin, saman við forsetanum í Kina (vm) og í Kasakstan (hm)
Mynd: APTN  
 
09.05.2015 - 16:11

Talan er um eina av størstu skrúðgongum seinastu nógvu 10 árini á Reyða Torginum í dag, og tað er russiski verjumálaráðharrin, SEgei Sjoigu, er leiðari fyri skrúðgongurin.

 Vesturlond boykotta, saman við sameindu hjá Russlandi frá seinna Veraldarbardaga, hátíðarhaldið í dag orsakað av kreppuni um Ukraina.

Vladimir Putin hevur fingið vitjan úr eitt nú Kina, Kuba og Venezuela, og treyðugt so, grikski forsetin, Alexis Tsipras, er eisini millum teir 20 ríkisleiðararnar, sum eru møttir. Eisini einaræðisharrar, sum hava brotið mannarættindini, vóru millum gestirnar til hátíðarhaldið í dag, skrivar ritzau.

Framsýning av styrki

Umleið 16.000 hermenn eru við í skrúðgonguni, sum samstundis er framsýning av nýggjastu vápnatøkini hjá Russlandi, - eitt nú vóru 150 flogfør sýnd fram.

Í talu síni takkaði Vladimir Putin, - hóast tey ikki vóru til staðar, sameindu londunum undir seinna heimsbardaga, - USA, Bretlandi og Fraklandi, fyri teirra íkast til sigurin móti Nazitýsklandi.

- Vit eru takksom fyri, at fólkini í Bretlandi, Fraklandi og USA hjáptu okkum til sigurin, segði Putin, og takkaði teimum, sum stríddust móti nazistunum í øðrum londum, millum annað í Týsklandi.

Sneiðorð til USA

Men Putin vísti í taluni eisini á týdningin av vælvirkandi altjóða samstarvi, og kom við sneiðorðum til USA.

- Seinastu ára tíggjuni hava vit sæð royndir at skapa ein unipolaran heim (við bara eini valdsmiðstøð), segði russiski forsetin. Russland brúkar ofta hesi orð til at finnast at USA, sum Russland leggur undir at stýra geopolitiskum viðurskiftum.

Sovjetsamveldið misti umelið 27 miljónir hermenn og sivil undir seinna veræaldabardaga, Og tað er nógv meira samanborið við onnur lond. 

Savnar tjóðina

Sigursdagurin savnar allar russara, saman hvønn politiska lit teir hava og hvørjum tey stuðla.

Men kreppa í Ukraina leggur tó ein skugga yvir skrúðgonguna og hátíðarhaldið í Kreml. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646