Eivin spyr um telenetið

Eivin spyr um telenetið
At hava eitt gott og støðugt telenet eigur at vera ein sjálvfylgja í einum framkomnum samfelag, heldur tingmaðurin
 
10.05.2015 - 08:22

Tað eigur at vera møguligt at samskifta skjótt og væl uttan mun til, hvar í landinum tú er. 

Tað heldur Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, grein 52 fyrispurning um Føroya Tele.

Eivin Jacobsen spyr, um landsstýrismaðurin í vinnumálum kann kunna løgtingið, um Føroya Tele hevur nakrar ætlanir um at betra um dekningin og hoyrilíkindini, tá koyrt verður á landsvegunum. 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á, at telenetið er ikki líka gott allastaðni. Eitt nú eru dømi um, at tað kann bróta av fleiri ferðir á strekkinum millum flogvøllin og høvuðsstaðin, sigur Eivin Jacobsen. 

Í 2014 fekk landskaassin 30 milliónir krónur í vinningsbýti frá Føroya Tele. Eivin Jacobsen spyr tí landsstýrismannin, um hesin peningur ikki átti at komið brúkaranum til góðar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328