Illveðrið seinkar brúnna um Sandá

Illveðrið seinkar brúnna um Sandá
Brúgvin um Sandá verður ikki liðug á ólavsøku sum ætlað
 
11.05.2015 - 11:22

Enn ber ikki til at siga, nær brúgvin verður tikin í nýtslu, tí fyrst skulu bygginevndin og borgarstjórin kunnast um málið, sigur Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur í Havn.

Ringa veðrið í vetur er ein orsøk til seinkingina, og arbeiðstakarin fær nakrar dagar góðskrivaðar fyri vánaligt veður, sigur hann.

Brúgvin og vegagerðin í sambandi við brúnna fara at kosta útivið 90 mió. kr. tilsamans. Rundkoyringarnar kosta góðar 14 milliónir og brúgvin góðar 73 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343