EFTA? Nei takk!

EFTA? Nei takk!
Meirilutin í Uttanlandsnevndini mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um, at Føroyar søkja um EFTA-limaskap
 
12.05.2015 - 11:04

Tað er ikki rætt at søkja um limaskap í EFTA samstundis sum landsstýrið hevur samráðingar við ES um betri handilssáttmála.

Meirilutin í Uttanlandsnevndini, samgongan, mælir tí løgtinginum frá at atkvøða fyri uppskotinum hjá Tjóðveldi um at Føroyar søkja um limaskap í EFTA og á tann hátt sleppa upp í EBS-samstarvið millum EFTA og ES.

Sambært nevndarlimunum hjá samgonguni í Uttanlandsnevndini eru góðar vónir um, at nýggj avtala millum Føroyar og ES fæst í næstum.

Velja ES-avtalu framum

Meirilutin heldur tað ikki vera rætt at arbeiða við EFTA-limaskapi og møguleika fyri at gerast partur av EBS-avtaluni, samstundis sum arbeitt verður við at bøta um verandi avtalu við ES.

Javnaðarflokkurin og Framsókn taka undir við Tjóðveldi og mæla til at samtykkja uppskotið um EFTA-limaskap.

EFTA hevur 25 fríhandilssáttmálar við 35 lond.  

Í EFTA eru lond í Vesturevropa, sum ikki eru í ES. Tey eru Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401