- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíggju fólk deyð og 70 fólk løstað
Tíggju fólk deyð og 70 fólk løstað
Í eystara parti av Saudi Arabia eru tíggju fólk deyð og 70 fólk løstað í einum sjálvmorðsbumbuálopi í eini mosku

avvarðandi hjá teimum, sum doyðu í sjálvmorðsbumbuálopinum, eru komin á staðið
23.05.2015 - 10:10
<p>Bumbubresturin var hvøllur í Imam Ali moskuni í býnum al-Qadeeh í Qatif landspartinum, siga fjølmiðlarnir.</p>
<p>Hetta er fyrsta álopið nú spenningurin er vaksin millum sunnimuslimska meirilutan og shia muslimska minnilutan í landinum. Álopið verður hildið at hava samband við, at Saudi Arabisk flogfør søkja at shiamuslimskum uppreistrarliðum í Yemen.</p>
<p>Myndugleikarnir í Saudi Arabia siga, at alt verður gjørt fyri at finna tey, sum standa aftan fyri sjálvmorðsatsóknina.</p>
<p><iframe allowfullscreen="" frameborder="0" height="215" src="https://www.youtube.com/embed/upbcCHpDSbw?rel=0&showinfo=0" width="260"></iframe></p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























