Kunnu víga samkynd í Grønlandi

Kunnu víga samkynd í Grønlandi
Stórur meiriluti í grønlendska landstinginum samtykti lógina í gjár
 
28.05.2015 - 08:15

Frá 1. oktober kunnu samkynd í Grønlandi vígast í kirkjuni.

27 limir í landstinginum samtyktu uppskotið í dag.

Tað var Justus Hansen úr flokkinum Demokratarnir, sum reisti uppskotið á heysti í 2010 um at heita á donsku stjórnina at nútímansgera hjúnabandslógina, so eisini samkynd kunnu verða vígd.

Nú er komið á mál, og ein stórur meiriluti av tinglimunum, sum vóru úr øllum flokkum, samtyktu uppskotið.

Justus Hansen sigur við grønlendska kringvarpið, at tað hevur stóran týdning fyri tey samkyndu, at tey nú kunnu giftast, og liva sum onnur pør.

Tá lógin kemur í gildi 1. oktober, fer lógin um skrásett parlag samstundis úr gildi, skrivar grønlendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379