Óli sendi makedónar niður og norður

Óli sendi makedónar niður og norður
Óli Mittún skeyt ikki færri enn 15 mál, tá føroyska U21-landsliðið í hondbólti legði fyri við 33-28 sigri á Norðurmakedónia í HM-endaspælinum í Póllandi
Óli Muttún var flúgvandi ímóti norðurmakedónum og skeyt ikki færri enn 15 av teimum 33 málunum hjá Føroyum
Mynd: Savnsmynd  
 
18.06.2025 - 15:15

Óli Mittún var dagsins maður, tá føroyska U21-landsliðið í hondbólti vann 33-28 í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum í Póllandi.

Hann skeyt heili 15 mál upp á 18 royndir, og norðurmakedónarnir fingu ongantíð takið á fótfima bakspælaranum.

Tað gekk javnt á frá byrjan í Katowice, men eftir steðgin fóru skjótu føroyingarnir undan eitt sindur tyngru mótstøðumonnunum.

Torstein Sivertsen, Ísak Vedelsbøl og Óla Jákup Gaard Olsen spældu sambært portal.fo ein góðan fyst fyri U21-menninar.

Fyrrapartin í morgin er longu dystur aftur. Tá er Ísland, sum í dag tapti fyri Rumenia, mótstøðulið. Vinna Føroyar tann dystin, er víðari luttøka í miðumfarinum sera sannlík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595