Nú er Sámal Erik Hentze venjari hjá AB

Nú er Sámal Erik Hentze venjari hjá AB
AB sagt samstarvið við Oddbjørn Joensen upp. Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari
 
01.06.2015 - 18:09

Tað hevur ikki gingið væl hjá AB í landskappingini í ár. Felagið hevur sjey stig fyri fjúrtan dystir. Í dag kom avleiðingin. Venjarin, Oddbjørn Joensen, er uppsagdur.

Felagið hevur longu sett nýggjan venjara. Sámal Erik Hentze, sum er væl kendur í felagnum, tekur við. Sámal Erik Hentze bleiv í fjør føroyameistari við B36, men valdi ikki at halda fram í ár, tí hann var ov upptikin í sínari fyritøku.

Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, sigur við ab.fo, at tað er í semju við Oddbjørn Joensen, at samstarvið nú endar. Tað er neyðugt at gera okkurt serstakt fyri at venda gongdini, sigur Sjúrður Olsen.

Sunnudagin spælir AB á útivølli móti FC Suðuroy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632