Danmark: Útlendsk arbeiðsmegi ómissilig

Danmark: Útlendsk arbeiðsmegi ómissilig
Um Danmark nú hevði steðgað útlendingum at arbeiða í Danmark, hevði tað kostað statinum 23 miljardir kr. um árið næstu 15 árini í skattainntøkum
 
05.06.2015 - 08:47

Tað vísa útrokningar sum hugsanarbankin Europa hevur gjørt.

Hóast broytingar eru samtyktar, so vildi ikki verið nóg mikið av danskari arbeiðsmegi í arbeiðsførum aldri á arbeiðsmarknaðinum. Og danski búskapurin er ikki burðardyggur, um útlendingar ikki í framtíðini fara at røkja nógv donsk arbeiðspláss, stendur í frágreiðingini.

- Tað er møguligt at tað hevði borið til at fingið nøkur fleiri arbeiðsleys í arbeiði, men sum heild verður tørvur á arbeiðsmegi, sigur leiðandi búskaparfrøðingurin í hugsanarbankanum, Mikkel Høegh.

Gevur vøkstur

Bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg taka undir við sjónarmiðinum.

- Vit hava stóran tørv á útlendskari arbeiðsmegi í árunum sum koma, sigur stjórin í danska arbeiðsgevarafelagnum, Jørn Neergaard Larsen.

- Tað er eingin ivi um, at Danmark hevur tørv á útbúnari útlendskari arbeiðsmegi á fleiri økjum, sigur formaðurin í LO, Harald Børseting.

Mikkel Høegh vísir á, at um ein útlendingur fer til arbeiðis í Danmark, so nýtist tað ikki at forða fyri, at onkur dani fær starv.
Tí eitt og hvørt starv økir um vøksturin, og teir pengarnir kunnu so nýtast til at fáa fleiri danir í starv, sum annars kanska høvdu dottið niðurímillum, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040