Góð tíðindi fyri heilivágsídnaðin

Góð tíðindi fyri heilivágsídnaðin
Onki forsætisráðharraevni torir at gera nakað við, at útreiðslurnar til helivág í Danmark - eins og Føroyar - vaksa so nógv.
 
07.06.2015 - 13:53

Allir danskarar skulu kunna fáa dýran heilivág á sjúkrahúsunum.

Hetta halda bæði valevnini til danska forsætisráðharrasessin, Helle Thorning-Schmidt og Lars Løkke Rasmussen.

Men hetta sjónarmiðið hevur við sær, at danska siðvenjan við, at heilivágsídnaðurin so at siga einsæris ger av, hvat heilivágur skal kosta, heldur fram. Hetta skrivar danska dagblaðið, Informatión.

Í Danmark - eins og her í Føroyum - er stórur trupulleiki í heilsuverkinum við, at útreiðslurnar til heilivág vaksa so nógv. Danmark rindar nógv meira fyri medisin enn Svøríki, Noreg og Ongland, og blaðið skrivar, at Danmark kundi spart eina hálva milliard árliga, um til bar at fáa norskar prísir bara fyri 25 tey dýrastu sløgini av heilivági. Ein hálv milliard, sum kundi verið brúkt til at rinda løn og við'bót og pensjón til 1448 sjúkrarøktarfrøðingar.

Í Føroyum eru útreiðslurnar til heilivág eisini í stórum vøkstri.

Rokningin fyri heilivág er vaksin við 30 milliónum krónum frá 2008 til 2014, altso úr 90 milliónum krónum upp í 120 milliónir.

Størsti parturin av meirútreiðslunum er til dýran biologiskan heilivág, til blóðtøpp, prostata-krabba og til typu2 diabetes.

Men lítið røkist fyri, at politiska leiðslan í Danmark ætlar at snara fyri alsamt vaksandi útreiðslunum. Bæði Helle Thorning-Schmidt og Lars Løkke Rasmussen hava í valdystinum meira og minni friðað heilivágsprísirnar, tí raðfesting ikki er eitt lokkandi alternativ.

- Eg dugi ikki at síggja fyri mær, at vit skulu raðfesta. Borgararnir vænta viðgerð í heimsflokki, tá teir koma í samband við danska heilsuverkið, hevur Helle Thorning-Smidt sagt við TV2. Lars Løkke Rasmussen hevur ikki verið eins greiður, men støða hansara tykist vera tann sama - altso ein illvilji móti at skula raðfesta, hvør skal hava dýran heilivág og hvør ikki skal hava.

Og hetta eru sera góð tíðindi fyri medisinídnaðin, sigur partabrævagreinarin í Sydbank, Søren Løntoft Hansen. Hann heldur, at útsøgnin hjá forsætisráðharranum er sera positiv fyri møguleikarnar hjá ídnaðinum at fáa góð fíggjarlig úrslit á danska marknaðinum - eisini í framtíðini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928