Kundi sloppið snikkaleysur í kanningini

bannari
Kundi sloppið snikkaleysur í kanningini
Kanningasrtjórin sigur, at tað var grovt ósketni av Kára P. Højgaard ikki at upplýsa tingið um tølini frá Landsverki
 
24.06.2015 - 07:52

Hevði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, tikið nýggjastu tølini hjá Landsverki við, tá hann svaraði fyrispurninginum hjá Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen um prísmunin millum almennan og privatan Eysturoyartunnil, var hann sloppin snikkaleysur í kanningini hjá Hans Gammeltoft-Hansen.

Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at tað var grovt ósketni hjá landsstýrismanninum ikki at hava tølini hjá Landsverki við í løgtingið, tá hann svaraði Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen. Tí breyt Kári P. Højgaard lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Heimild at samráðast við CIP

Men landsstýrismaðurin hevði heimild til at samráðast við Copenhagen Infrastructure Partners, gera og skriva undir  sáttmála við danska íløgufelagið um at gera og eiga Eysturoyartunnilin.

Sáttmálin varð eisini gjørdur, og hann skuldi undirskrivast í Løkshøll tann 27.juni í 2013. Men tí steðgaði løgmaður nakrar dagar frammanundan.

Kári P. Højgaard breyt heldur ikki lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí hann ikki boðaði løgtinginum frá viðmerkingunum, sum hansara egnu embætisfólk høvdu um tunnilsverkætlanina. 

Tað var heldur ikki lógarbrot, at landsstýrismaðurin sýtti fyri at geva løgtinginum uppskotið um sáttmálan millum Innlendismálaráðið og CIP, og ikki vildi loyva løgtingsfólkum at síggja sáttmálan uttan at tey fyrst undirskrivaðu trúnaðaravtalu um tagnarskyldu.

Og Kári P.Højgaard hevði eisini heimild at skriva undir break fee avtaluna við CIP, sum fekk eina millión krónur í endurgjaldi, tí felagið kortini ongan sáttmála fekk við Innlendismálaráðið.

Løgmaður segði fleiri ferðir ósatt
Um Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, sigur Hans Gammeltoft-Hansen, at hann fleiri segði ósatt fyri løgtinginum um hansara lut í break fee avtaluni. Løgmaður breyt tí lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Men løgmaður misrøkti ikki skyldu sína at hava eftirlit við landsstýrismanninum Kára P. Højgaard. Løgmaður hevur tí ikki brotið stýriskipanarlógina, sigur Hans Gammeltoft-Hansen eisini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401