14,7 milliardir í CIP-grunninum

14,7 milliardir í CIP-grunninum
Pengarnir skulu brúkast til íløgur í orkukervið í Norðurevropa og Vesturevropa, bæði í orkuverk og vindmyllur.
 
03.07.2015 - 10:02

Hóast Copenhagen Infrastructure Partners ikki vóru vælkomin í Føroyum, tá avtornaði, hava onnur álit á førleikanum hjá CIP at gera íløgur og fáa nakað burtur úr teimum. Finans.dk skrivar, at tey fimm fyrrverandi Dongfólkini, teirra millum Rune Bro Róin, sum ofta verða nevnd gullfuglarnir, nú umsita ein grunn, tey sjálvi hava stovnað, við 14,7 milliardum krónum.

Talan verður um langtíðaríløgur upp í 20 ár. Størstu íløgurnar vera í varandi orkukeldur. Sambært blaðnum Børsen settu tey fimm CIP fólkini sær fyri at útvega 12 milliardir til grunnin at brúka til íløgur. Men nú hava tey fingið næstan 15 millardir.
Grunnurin hjá CIP varð stovnaður í september í fjør, tá CIP fekk átta íleggjarar at seta pengar í grunnin, millum annað PensionDanmark, Nykredit og PFA Pension. 

Síðani eru 11 komnir afturat, millum annað Evropeiski íløgubankin, EIB, AP Pension og Villum Fonden.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV