Gomlu træskipini savnast í Leirvík

Gomlu træskipini savnast í Leirvík
Á middegi loystu sluppirnar Westward Ho og Norðlýsið av Havnini við kós móti Leirvík.
 
03.07.2015 - 11:27

Tær skulu vera við í árligu Føroya Regatta, sum verður um vikuskiftið. Klokkan trý seinnapartin siglur regattaflotin til Eiðis, har komið verður klokkan 19 í kvøld.

Eftir døgurða í morgin fara skipini av Eiði við kós móti Sørvági, har tey koma klokkan 19 í annaðkvøld. Nógv verður gjørt burturúr í Sørvági, sum í ár hátíðarheldur sín 100 ára stovningardag. 

Millum skipini eru sluppirnar Westward Ho, Norðlýsið, Johanna, umframt træskipini Dragin og Thorshavn.

Føroya Regatta endar fyrrapartin sunnudagin, tá skipini loysa av Sørvági

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV