Roknivilla seinkað Marknagilsdepilin

Roknivilla seinkað Marknagilsdepilin
Skúladepilin við Marknagil er seinkaður tríggjar til fýra mánaðir
 
08.07.2015 - 11:39

Eftir ætlan skuldi Marknagilsdepilin standa klárur at hýsa fyrstu næmingunum frá skúlaárinum 2016, men tað verður eftir øllum at døma av ongum. 

Ein roknivilla hevur seinkað byggingini. 

Byggingin koyrir nú aftur, sum hon skal, men roknivillan hevur havt við sær, at byggingin nú er áleið tríggjar mánaðir seinkað í mun til upprunaligu tíðarætlanini, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, sum er byggiharri. 

Ewald Kjølbro sigur, at tað ber til at seta eyka arbeiðsorku inn, so skúlin verður liðgur rættstundis, men at tað ikki verður mett at vera ráðiligt. 

Landsverk hevur givið Mentamálaráðnum hesar upplýsingar, og fyrst í næstu viku verður eitt alment tilmæli givið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360