Bakkafrost nummar átta í heiminum

Bakkafrost nummar átta í heiminum
Alifyritøkan Bakkafrost er áttanda størsta í heiminum. Tað vísir yvirlit, sum Kontali Analyse og iLaks hava gjørt.
 
14.07.2015 - 14:47

Serliga eru tað norskar og kilskar alifyritøkur, sum síggjast aftur á listanum, men har eru eisini nøkur onnur lond umboðað. Tað skrivar heimasíðan fiskur.fo.

Kanadiska Cooke Aquaculture, ið júst hevur keyp tvíkiljur frá KJ á Kambsdali, er við, japanska Cermaq er við, skotska The Scottish Salmon Company er við.

Nærum 1,5 milliónir tons av aldum fiski framleiða tær 20 størstu alifyritøkurnar í heiminum. Talan er um framleiðslu av laksi, sílum og coho í 2014. 
Áttinda plássið eigur føroyska Bakkafrost.

Risarnir Marine Harvest, ið hevur aling í Noregi, Skotland, Kili, Kanada og Føroyar, er næstan líka stórir sum tey trý næstu feløgini á listanum: Lerøy Seafood Group, Cermaq og SalMar. 

Norskar fyritøkur hava verið nærum einsamallar á hesum listanum farnu árini, men nú er Cermaq selt til japanska Mitsubishi, hóast leiðslan framvegis er norsk og heldur til í Noregi. Samstundis eru fleiri kilenskar fyritøkur við at koma fyri seg aftur, og framleiða nú aftur meir laks og coho. 

Tær 20 størstu alifyritøkurnar í heiminum eru hesar eftir framleiðslumongd í 2014. 

1. Marine Harvest Group, Noreg
2. Lerøys Seafood Group, Noreg
3. Cermaq, Japan
4. SalMar, Noreg
5. Cooke Aquaculture, Kanada
6. Grieg Seafood, Noreg
7. AquaChile, Kili
8. Bakkafrost, Føroyar
9. Multiexport, Kili
10. Nordlaks, Noreg
11. Nova Sea. Noreg
12. Alsaker Fjordbruk, Noreg
13. Norway Royal Salmon, Noreg
14. Bremnes Seashore, Noreg
15. The Scottish Salmon Company
16. Invermar, Kili
17. Camanchaca, Kili
18. Ventisqueros, Kili
19. Blumar, Kili
20. Firda Management, Kili 
    (Kelda: fiskur.fo)

Meðan Bakkafrost er á listanum sum nummar átta, so telur Marine Harvest Faroes við í yvirlitinum sum partur av nummar eitt, Marine Harvest Group. 

Luna, við sínum umleið 10.000 tonsum, er eitt vet ov lítil til at sleppa upp á listan. 

Um stutta tíð kemur Intrafish við síni árligu frágreiðing um tær 25 størstu alifyritøkurnar í heiminum, og har kemur Luna akkurat ikki við á listan. Faroe Farming liggur væl longur niðri á listanum, skrivar heimasíðan fiskur.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793